Skuldfrágonga

Innihald

Alt innihald á hesum síðum hevur verið gjølla kannað og rættað. ENJO Faroe Islands tekur tó onga ábyrgd av rættleikum, tíðarbæri, fullkomileika ella dygd av upplýsingunum.

Endurgjaldskrøv ímóti ENJO Faroe Islands, sum vísa til materiellar ella innbiltar skaðar, sum eru íkomnir vegna nýtslu ella vantandi nýtslu av veittu kunningini, ella av ófúllfíggjaðari kunning, eru strangliga útilokað, treytað av at eingir alvorliga gáloysnir skeivleikar kunnu ávísast ímóti ENJO Faroe Islands.

ENJO Faroe Islands vil týðiliga gera vart við rættin til at broyta partar av ella alla síðuna, broyta, rætta, strika ella steðga at hava síðuna á netinum uttan nakra ávaring.

Leinki

Í teimum førum har ENJO Faroe Islands vísir beinleiðis ella óbeinleiðis til heimasíður hjá triðjamanni (“Leinki”), hevur ENJO Faroe Islands bara ábyrgdina, um vit hava neyvan kunnleika til, og um tað er tekniskt gjørligt og rímiligt hjá okkum at forða fyri brúki, um so er at ólógligt innihald er á síðunum.

ENJO Faroe Islands slær hervið týðiliga fast, at tá vit vístu til leinkini, vístu tey ikki til nakað ólógligt. ENJO Faroe Islands hevur onga ávirkan á núverandi ella framtíðar innihald á síðunum. ENJO Faroe Islands vil tí týðiliga vísa frástøðu til allar broytingar, sum eru gjørdar á síðunum, aftaná at vit hava lagt leinki til tær. Hetta sama er eisini galdandi fyri tað sum triðjapersónar skriva í gestabøkur, kjakbólkar og á teldupostlistar, sum ENJO Faroe Islands hevur gjørt.

ENJO Faroe Islands hevur ikki ábyrgdina av innihaldinum, tøkinum og neyvleikanum av teimum leinkjaðu síðunum, heldur ikki av teirra tilboðum, leinkjum ella lýsingum. ENJO Faroe Islands kann ikki ábyrgdast fyri ólógligt innihald, skeivt ella ófullfíggjað innihald, og serliga ikki fyri skaðar, sum standast av nýtslu ella vantandi nýtslu af kunningini á leinkjaðu síðunum.

Upphavsrættur

ENJO Faroe Islands ger alt fyri at hava vanligar upphavsrættir í huga í øllum okkara útgávum. Um talan hóast alt verður um brot á upphavsrætt, fer ENJO Faroe Islands, aftaná at hava boðað frá tí, at strika ella merkja umtalaða lutin við hóskandi upphavsrættarligum upplýsingum. Øll merkinini og vørumerkini á heimasíðuni hjá ENJO Faroe Islands eru vørumerki ella skrásett vørumerki hjá teirra eigarum.

Upphavsrætturin til innihaldið hjá ENJO Faroe Islands ella til økisnavnið www.enjo.net er eittans tillutað ENJO Faroe Islands. Avritan av myndum, ljóðum ella teksti í øðrum talgildum ella prentaðum útgávum uttan formliga góðkenning frá ENJO Faroe Islands er strangliga bannað.

Fráboðan

Hendan heimasíðan brúkar Google Analytics, sum er ein netgreiningartænasta frá Google, Inc. (“Google”). Google Analytics brúkar farspor (cookies), sum eru tekstfílur goymdar á tíni teldu, til at hjálpa við at greina tína nýtslu av heimasíðuni. Upplýsingarnar, sum verða fingnar til vega frá farsporinum um tína nýtslu av heimasíðuni (harímillum tín IP-adressa), verða sendar til ein Google-ambætara í USA og goymdar har. Google brúkar hesar upplýsingarnar til at eftirmeta tína nýtslu av heimasíðuni, gera frágreiðingar um heimasíðuvirksemi til vevstjórarnar og at veita aðrar tænastur sum hava við heimasíðuvirksemi og alnetsnýtslu at gera. Google kann eisini flyta hesar upplýsingarnar til triðjamenn, tá lógin krevur hetta, ella um so er at triðimaðurin viðger hesar dátur fyri Google. Tú kanst nokta innleggingini av farsporum við at velja hóskandi stillingar í tínum netkaga; legg tó til merkis, at tað møguliga ikki ber til hjá tær at nýta heimasíðuna til fulnar, um tú gert tað. Við at nýta hesa heimasíðu, góðtekur tú, at Google viðger dátur um teg og á tann hátt, sum greitt varð frá omanfyri. Sum brúkari á heimasíðuni váttar tú, at vevstjórar á heimasíðuni, teirra avloysarar, teirra umboðsfólk, atknýttar fyritøkur, forstjórar, leiðarastarvsfólk, starvsfólk og teirra partaeigarar góðtaka onga ábyrgd í sambandi við útveganini, flutninginum, viðgerini ella greiningini av omanfyrinevndu dátunum, og tí kunnu eingi endurgjaldskrøv verða sett fram móti hesum persónum ella rættargildu heildum.

Løgfrøðiligar avleiðingar

Hendan skuldfrágongan skal síggjast í ljósinum av hjáveruni av alnetinum, sum er leinkjað til hesa síðu. Skuldu partar av, ella einstakar orðingar ikki, ella ikki longur, fullkomiliga verið sambært vanligu lógarstøðuni, eiga hinir partarnir av síðuni at standa órørdir, hvat innihaldi og gildi viðvíkur.

ENJO Føroyar
Tjarnarlág 41
100 Tórshavn
Føroyar

Telefon: + 298 31 43 53
Fartlf.: + 298 22 66 03

Teldupostur: fo.enjo@gmail.com