Tað sum fyrst bert var ein dreymur,

er nú veruleiki kring heimin. 

Í fyrstuni skuldi pápi bara síla eitt sindur av vatni!

 

Pápi mín, Friedrich Engl, var ein eldhugaður uppfinnari alt sítt lív.

 

Hann royndi í 25 ár at skapa trevjur, sum kláraðu at skilja olju frá vatni. Gjøgnum sínar royndir fann hann eitt slag av trevjum, sum kláraðu hetta og sum kláraðu at vaska heilt niður í dýpdina. Vaskað verður kropsliga heldur enn evnafrøðiliga, og bert vatn verður brúkt. Papi var sera ahugaður i at uppdaga og uppfinna, ikki at vaska. Tað, sum hann hevði uppfunnið, varð sett upp á loftið, har tað stóð til 1990, tá ið hann kom fram á tað aftur.

 

Sum útlærdur kokkur kendi eg væl til at vaska, og kundi hugsað mær ein lættari máta. Fyrstu ferð eg brúkti trevjurnar, visti eg, at eg stóð við nøkrum kollveltandi í mínum hondum. Henda nýhugsanin og mítt ungdómsframsøkni vóru nóg góðar grundir til at byrja ENJO.

 

Í fyrstuni legði eg høvuðsdentin á matídnaðin og at vísa ENJO fram í grannalagnum. Genta mín seymaði vøttirnar í vikuskiftinum, og væl gekst mær at selja teir í heimbýi mínum Vorarlberg í Eysturríki.

 

Fyritøkan er vaksin um allan heimin orsakað av okkara áskoðan.

 

Henda áskoðanin hevur gjøgnum tíðina staðið sína roynd:

 

1. Framúrskarandi vørur, sum betra um lívið hjá fólki.
2. Virðing fyri kundum, samstarvsfeløgum og útvegarum.
3. Álit á, at beinleiðis søla er vegurin fram – ein fyritøka við góðari samvitsku.

 

Seinni hava vit ment eina fullkomna vaskiskipan. Vit eru errin av okkara viðmælisskrivum og kundu fylt bókasøvn við virðislønum og prógvum um okkara royndarúrslit. Besta prógvið vit hava eru hugtiknir og nøgdur kundar í einum broyttum húsarhaldi. Vit eru takksom fyri hvønn ENJO brúkara, tí hann ger mun.

 

Universitetið í Murdoch, HACCP góðkent ISO 14001, ISO 9001, Ársins trio 2008, vinnari av EPIF kapp-ingini, familjuvinarligasta fyritøkan í Vorarlberg 2009, o.s.fr.

 

Ráð: Vert er at fara upp á loftið onkran dagin.

Framleitt í Eysturríki

Nøkur orð um okkara framleiðslu. 

Vit framleiða allar okkara vørur i Vorarlberg, og rávøruna fáa vit so vítt gjørligt úr okkara heimliga umhvørvi. Roynd starvsfólk, besta rávøran og nýmótans maskinur eru tilfarið og orsøkin til okkara góðskuvøru. Harafturat verður hvør einstakur lutur kannaður við hond, áðrenn hann verður góðkendur. Harvið missa vit beinanvegin møguleikan fyri at vera bíligast, men vit eru trúgv móti okkara endamáli: At útflýggja nógv ta bestu vøruna. Og hetta er tað, sum vit hava lovað.

Lívssetningur

 

Fólkið
ENJO er grundað á eitt reiðiligt, virðisorienterað samstarv við øll (Seljarar, samstarvsfelagar, viðskiftafólk o.o)

 

Vørurnar
ENJO virkar framúrskarandi. Umhvørvisvinarligar vørur, sum betra um lívið hjá fólki, betra um heilsu og vælveru, og spara tíð og pengar.

 

Umhvørvið
ENJO tekur ábyrgd av og er við til at betra um umhvørvið við at skapa evnafrøðifrí økir, sum ger tað gjørligt hjá komandi ættarliðum at njóta náttúruna á sama hátt, sum vit gera.

 

Tænæsta
ENJO stendur fyri professionellari, persónligari tænastu. Okkara góðu úrslit eru eyðkend av ovfarnum viðskiftafólkum.

 

Starvsútlit
ENJO bjóðar áhugaverd og fjølbroytt starvsútlit við persónligum og serstøkum starvsmøguleikum.

 

Felagið
ENJO er eitt livandi og familjuvinarligt felag sum strembar eftir at økja um fíggjarligu framgongdina og góðskuna hjá starvsfólkunum á øllum økjum.

ENJO FØROYAR | Tjarnarlág 41 | 100 Tórshavn | Føroyar | Telefon +298 31 43 53 | Fax +298 31 71 08 | enjo@fo.enjo.net