Vælkomin til Enjo!

Vit bjóða eina skjóta reingerðarskipan við góðum úrslitum, sum eisini verjir umhvørvið.

Reinføri krevur ikki kemikaliur. Vit halda, at reingerð einki hevur við evnafrøði at gera. Hetta hevur ENJO prógvað í meira enn 30 ár: hvønn dag, kring allan heim, við sínum nýhugsandi ENJOtex-trevjum, fjólbroyttum vøruúrvali og bara eitt sindur av køldum vatni. Hetta verjir umhvørvið og heilsuna – og sjálvandi eisini pengapungin. Fylg ENJO-leiðini saman við okkum. Tað er tað vert.

Smidligar arbeiðstíðir

Fulltíðar- ella parttíðarstarv

Góð inntøka

Verð toymisleiðari

Kom uppí ENJO-toymið

  • Tú vísir ENJO fram í kunningum og gevur kundum tínum góð ráð
  • Tú hjálpir tínum kundum at fáa heimið ENJOreint.
  • Tú bjóðar okkara kundum haldgóða og dygga tænastu.
  • Tú greiðir tínum kundum frá ENJO-hugsanini.

Hevur tú nakrar aðrar spurningar ella ert tú til reiðar at koma at kenna ENJO-vørurnar?

Vit gleða okkum at hoyra frá tær! Ring endiliga til okkara á
31 43 53 ella 22 66 03

ENJO Føroyar
Tjarnarlág 41
100 Tórshavn
Føroyar

Okkara vørur. Rætt og slætt snildar.

ENJO vaskar við bara vatni. Tað ljóðar ótrúligt, ha? Hetta er nútímans, umhvørvisvinarlig tøkni, sum vinnur á evnafrøðini. Framkomnu ENJO-trevjurnar súgva til sín skittin og sleppa honum aftur, tá tær verða vaskaðar í heitum vatni. Sjálvandi hava vit gjørt vísindaligar kanningar, sum prógva hetta. Men enn týdningarmeiri er, at

ENJO er vorðið ein væl roynd og kannað vøra grundað á meir enn 30 ára royndir og óteljandi vælnøgd húsarhøld.

Hygg sjálv/ur! Tí heilsa er eisini frælsi.

Tú gert av, hvussu tú kemur at kenna ENJO:

Vel ein ENJO-ráðgeva

Bílegg eina bólkakunning við vinum

Bílegg eina persónliga tíð

Royn og keyp ENJO-vørur

Títt heim er ENJOreint

Hevur tú nakrar aðrar spurningar ella ert tú til reiðar at koma at kenna ENJO-vørurnar?

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Ring endiliga til okkara á 31 43 53 ella 22 66 03.

Send fyrispurning